Hugnakvøld fyri sjómanskvinnuringarnar í Suðuroy

Mánakvøldið 2. november kl.19.00 samlast sjómanskvinnuringarnir í Suðuroy í fimleikahøllini í Porkeris skúla.

Á Skránni verður sangur, andakt, frágreiðing frá arbeiðinum, filmur frá sjólívinum og drekka. Manskórið syngur.

Høvi verður at geva eina gávu til arbeiðið hjá Sjómansmissiónini.

Allar kvinnur eru vælkomnar.

Tilmælini frá koronaráðgevingini vera fylgt.

Facebook viðmerkingar