Leygardagin var VB í Klaksvík, har Stjørnan tók ímóti í SMS-deildini hjá kvinnum í hondbólti. Og talan bleiv um ein spennandi og javnan dyst.
Liðini bæði fylgdist allan fyrra hálvleik, men var tað tó Stjørnan, sum hevði munin og var eitt fet frammanfyri fyrstu 30 minuttirnar.
Hálvleiksstøðan var eisini 13-12 til Stjørnuna.
Seinni hálvleikur byrjaði sum fyrri hálvleikur og hevði Stjørnan yvirvág fyrstu 15 minuttirnar í seinna hálvleiki. Men við trimum skjótum málum og einari væl upplagdari Barbaru K. Hjelm, sum er komin heim úr Danmark í eitt tíðarskeið, legði VB seg frammum 25-23 tá 10 minuttir vóru eftir av dystinum.
VB sýntist hava betri orku og yvirskot síðstu 10 minuttirnar, og tá tíðin var úti, hevði VB vunnið dystin 32-29.
Málskjúttarnir hjá VB vóru:
Vladana Lazendic 9 mál
Barbara K. Hjelm 8 mál
Bára K. Mortensen 6 mál
Gurið K. Augustinussen 4 mál
Durita K. Hjelm 3 mál
Sofía Schrøter 2 mál
Facebook viðmerkingar