Eins og Vágs kommuna hevur eina virkna deild innan Tekniska øki, so skal Vágs kommuna eisini hava eina virkna deild innan Sosiala økið. Eg kundi hugsa mær, at fólk við neyðugum førleikum innan tað sosiala- og heilsuliga økið, vórðu sett í starv í fyrisitingini hjá Vágs kommunu.
Eg veit, at tørvur er á hesi tænastu. Og eg trúgvi uppá, at nærri tænastan er brúkaranum, tess betri verður úrslitið.
Sosialadeildin kundi t.d arbeitt við:
– Veita hjálp og ráðgeving tá sjúka ella okkurt annað rakar borgaran
– Samskipa tilboð til børn, ung, vaksin og familjur við serligum tørvi /avbjóðingum
– Skipa bústovn til ung við serligum tørvi
– Skipa fyri tiltøkum fyri útbúgving av ungum til arbeiðsmarknaðin
– Skipa fyri eldradøgum- Skipa fyri sálarheilsudøgum
– Samskipa vitjunartænastu- Samskipa heilsudepil
– Skipa fyri verðistøðum
Hølið til sálarfrøðing.
Eisini kundi eg hugsa mær, at Vágs Kommuna útvegar hølið, har ein sálarfrøðingur kundi havt viðtalu í. Øll vita, at um ein hevur sálarligar trupulleikar, so er túrurin til Havnar til sálarfrøðing sera tungur, fyri ikki at siga ógjørligur. Og av tí sama setast nógv aftur og fáa sostatt ikki røttu hjálpina.
Hesi hølið kundu verið á Læknamiðstøðini ella í Gamla SEV-húsinum.
Góðu vágbingar, góða gongdin skal halda fram til frama fyri okkum øll
Set X við Eyðbritt Krosslá
Facebook viðmerkingar