Roknskapurin hjá BankNordik fyri ársins fyrstu níggju mánaðir vísir, at grundraksturin er góður, og at bankin er væl bjálvaður. COVID-19 hevur ikki ávirkað fíggjarligu gongdina hjá bankanum so nógv sum upprunaliga væntað.
Hóast 2020 higartil hevur verið eitt óvanligt ár orsakað av farsóttini, væntar BankNordik nú, at ársúrslitið verður140 -160 mió. kr. eftir skatt. Tað er betri enn upprunaliga mett. Í mars settibankin hjálpartiltøk í verkfyri at geva sperdum fyritøkum og húsarhaldum møguleika at útseta lánsgjøldí sambandi við avleiðingarnar av korona. Tørvurin á fíggjarligari hjálpminkaði tó munandi longu í 2. ársfjórðingi, og í 3. ársfjórðingi var nærum eingin eftirspurningur eftir at útseta lánsgjøld.
”Vit eru fegin um, at bæði vinnulív og húsarhald sum heild hava klárað seg væl ígjøgnum avbjóðandi tíðarskeiðið. Fyri ávísar partar av vinnulívinum hevur talan tó verið um ógvusliga afturgongd, og harumframt eru framtíðarútlitini í løtuni tengd at stórari óvissu. Tí hava vit hækkað upphæddina, ið er sett av til møgulig tap í kjalarvørrinum á farsóttini,úr 35 mió. kr. upp í 50 mió. kr. Vit eru framvegis til reiðar at hjálpaokkara kundum, um teir fáa tørv á fíggjarligari hjálp í sambandi við avleiðingarnar avCOVID-19,” sigur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik.
Fíggja bústaðir um alt landið
Árið hjá Trygd hevur higartil verið munandi verri enn væntað orsakað av nógvum skaðum, men í 3. ársfjórðingi batnaði gongdin nakað. Nógv virksemihevur verið á bústaðarmarknaðinum í ár, og hetta hevur havt góða ávirkan á virksemið hjá Skyn, sum hevur selt nógvar ognir. Bankin fíggjar framvegis bústaðir um alt landið, og príslegan tykist ikki vera ávirkaðav farsóttini. Tó er mynstrið broytt nakað seinastu tíðina, soleiðis at alsamtfleiri keypa ogbyggja bústað uttanfyri høvuðsstaðarøkið.
Varpa ljós á vantandi innlit í pensjón og trygging
Ein kanning hjá bankanumvísir, at heili 85% av føroyingum ikki hava nóg gott innlit í egin pensjóns-og tryggingarviðurskifti.Tað kann fáa óhepnar avleiðingarfyri tann einstaka, um pensjónssamansparingin er ov lítil, ella um tryggingarnar ikki samsvara við tørvin.“Tá ið støðan í samfelagnum er óviss, er tað uppaftur meira umráðandi at hava innlit í síni fíggjarviðurskifti. Tí mælavit kundum til at seta seg í samband við okkum fyri at tryggja, at viðurskiftini eru í lagiog samsvara við lívsstøðuna,” sigur Árni Ellefsen.
Effektivur rakstur
Bankin leggur seg áhaldandi eftir at halda útreiðslunumá einum ráðiligum støði, og í tí sambandi varðvirksemið hjábankanum umskipaðídesember í fjør. Framdu tiltøkini hava brynjað bankan til avbjóðingarnar, sum árið higartilhevur havt við sær. Solvensurin er hækkaður upp í 24,9%, og bankin er væl bjálvaður til at standa ímóti fíggjarligu avleiðingunum av heilsukreppuni.
Facebook viðmerkingar