Mint verður á, at tað ber til at greiða brævatkvøðu til kommunuvalið í Vágs kommunu á kommunuskrivstovuni í Vági fram til og við mánadagin 9. november 2020.
Fyri at geva borgarum í kommununi, sum arbeiða ella ganga í skúla norðanfjørðs møguleika at brævatkvøða, er kommunuskrivstovan opin longri hesar dagar:
Fríggjadagin 6. november til kl. 16
Leygardagin 7. november frá kl. 14 til kl. 16.
Eisini ber til at gera avtala um brævatkvøðu við at ringja til býráðsskrivarin á telefon 733008.
Valstýrið
Facebook viðmerkingar