Føroyar hava saman við hinum norðurlondunum tilnevnt norrøna súðubygda bátin til UNESCO listan yvir umboðandi siðaarv.
Føroysk feløg, søvn og bátasmiðir hava í fleiri ár arbeitt saman við norðurlendskum áhugafeløgum, søvnum og bátasmiðum um eina felags norðurlendska tilnevning av norrøna súðubygda bátinum til UNESCO listan yvir umboðandi siðaarv.
Á heimasíðuni hjá UNESCO er tilfarið um tilnevningina og eisini eitt filmsbrot um tilnevningina. Trýst á leinkjuna niðanfyri.
Facebook viðmerkingar