Tá freistin varð farin at lata inn uppskot til valevnir til kommunuvalið í Hovi, vóru bara trý valevni á einum lista. Men av tí, at tað skulu verða tveir eykalimir, so varð valnevndini álagt, at tey skuldi finna í minsta lagi tvey valevnir afturat.
Nú er so greitt, at tað til kommunuvalið í Hovs kommunu verða tveir listar við tilsamans fimm valevnum.
Listi A
Jón Midjord
Bergljót B. Ludvig
Delmar Tausen
Listi B
Siri Hovsgarð
Jórun Mortensen
Facebook viðmerkingar