Halda fast í góðu gongdini

Eitt eg eri sera fegin um, er at gongd er í at fríðka um allastaðni í býnum, vit hava sera dugnalig fólk innan tekniska økið og TAÐ SÆST!

Ja, til góðu gongdina.

Spennandi verður við savningarstaðnum/spæliplássinum mitt í býnum, har ætlanin er partvís spælipláss, pallur til framførslur, borð og benkur og sjálvandi skal plantast trøð/runnar/blómur.

Í hesum sambandi ætli eg at arbeiða fyri, at fáa gamla fiskaplássið, ímillum heilsumiðstøðina og ungdómshúsið, tikið fram aftur, tað hevði verið ein perla mitt í býnum.

Vil eisini arbeiða við, at vit leggja enn størri dent á viðlíkahald av øllum bygningum hjá kommununi, so teir síggja væl út, tað fer uttan iva at leggja eitt ávíst trýst á øll um at fríðka um hjá sær sjálvum.

Eitt er víst, vit hava nógvar perlur í Vági,men eg vil heilt avgjørt arbeiða við, at vit fáa alt fleiri.

Vel meg á lista E

Anna Brattaberg

Facebook viðmerkingar