Vulkan koblingar millum høvuðsmotor tvey og gear í bakborð, og millum gear í stýriborð og høvuðsmotorar trý og fýra skulu skiftast. Hetta merkir, at Smyril má sigla við trimum motorum til arbeiðið er liðugt. Eftir ætlan verður byrja tórsdagin 5. november, og tískil verða broytingar í ferðaætlanina á leið 7. Hesar broytingar verða lýstar í morgin, tórsdagin, á heimasíðuni www.ssl.fo.
Facebook viðmerkingar