Eg haldi at tað mangla ung fólk í Vágs býráð.
Tað er fantastiskt at síggja, at tað eru fleiri ung fólk sum stilla upp til kommunuvali í ár. Fleiri av unga fólkinum hava nýggja vitan, og vit hava nógv gott at bjóðað bygdini. So eg hopi at onkur av yngri generatiónini verður valdur inn. Og eg vóni so inniliga at vágbingar eisini vilja tað. Eg haldi eisini at tað er tørvur á ungum, frískum eygum har ein sær summi viðurskiftir frá einum nýggjum vinkli; ella við øðrum brillum sum onkur kallar tað.
Eg føli at eg havi nógv gott at bjóðað Vágsbygd. Eg eri ikki bangin fyri at siga mína meining og dugi at halda meg kritiskt til tingini. Eg havi búð uttalands í fleiri ár og millum annað sæð hvussu nógv gongur fyri seg aðrastaðnis enn í Føroyum, tískil eru tað nógv góð hugskot ein kann taka heim við til Vágs.
Eg haldi, at tað manglar ein persónur í Vágs býráð ið hevur fokus á ungdómin, barnafamiljurnar og trivnaðum hjá teimum. Tískil ynski eg at hava mest fokus á tey ungu og barnafamiljur í bygdini – betra um trivnaðin hjá teimum og vónandi eisini fáa fleiri ung fólk at flyta heim aftur.
Eg eri mamma á tveimum børnum, eg havi nógv ung vinfólk og kenningar við børnum rundan um meg, míni børn ganga á stovni & skúla og tískil eri eg nógv inni í øllum tí ið fyrigongur rundan um ungdómin. Hvør betur at tala sak teirra ungu, enn ein ung mamma? Vónandi hoyra tit trúðvirðið í tí eg sigi, og skilja at eg brenni nógv fyri betring innan hetta øki, tá ið eg sjálv eri í bólkinum.
Eg eri útlærd sjúkrasystir. Eg arbeiði innan heilsuøki og eg veit eisini um nógv sum kann gerast betri á hesum økinum. Eg haldi at ein og hvør ið arbeiðir við fólki má hava tann eginleikan at vísa umsorgan fyri menniskjum, tí tað mást tú hava í hesum faki. Tað er hvørtfalt nakað ið er folli mær natúrligt inn og tí havi eg so sanniliga eisini hesa kensluna í mær, at øll skulu hava tað gott – eisini í Vági. Vónandi gerst tað ENN og betur at búgva í Vági tey komandi 4 árini.
Um eg verið vald inn í Vágs býráð komi eg neyvan at fáa alt í gjøgnum, sum eg ynski. Men eg komi vónandi at hava ein sigandi leiklut í fleiri ætlanum ið skulu gerast, og her fari eg so avgjørt at arbeiða fyr ung og barnafamiljur, soleiðis at nógvar avgerðir kunnu vendast til teirra fyrimun eisini.
Míni hjartamál kunnu lesast í stuttum niðanfyri:
· Framtíðartryggja barnagarðin Eikilund við meira plássið til børn og starvsfólk.
· Betra um parkeringsviðurskiftini kring barnagarðin Eikilund.
· Gera ætlan fyri skipan viå fjøllbroyttum og heilsugóðum mati í Eikilund og Vágs skúla hvønn dag.
· Hækka barnafrádráttin so líðani, so hann kemur á sama støði sum miðal í Føroyum
· Ferðslutrygdarátøk í Vági, har ferðin er sera høg.
· Gera eina ’dropzone’ við Vágs skúla, til at seta børnini av.
· Reingerðartilboð til okkara eldru borgarar
X við Vár Naomi Dimon
Valevni hjá lista E
Facebook viðmerkingar