Fakbræv – arbeiðsroyndir javnsetast við lærutíð

Okur eiga at stuđla undir verkligar útbúgvingar í Vági.

Eg síggi fyri mær, at hetta kann skipast millum vinnuna, Fjarlestrardepilin og Vágs kommunu fyri tey, sum av ymiskum orsøkum ikki høvdu møguleikan at fara í læru eftir liðnan fólkaskúla.

Ein persónur, iđ hevur arbeitt innan eitt yrki í 4-5 ella fleiri ár, til dømis ein sveisari í framleiđsluvinnuni, ella ein timburmađur í byggivinnuni, og sum ikki hevur tikiđ eina fakliga útbúgving í hesum vinnugreinum, eigur at fáa møguleikan at taka sær eitt fak- ella praksisbræv.

Ein ófaklærdur er í nógvum førum ein ið kennir sítt yrki til fulnar, tí hann gjøgnum fleiri ár hevur upparbeitt sær eina vitan á økinum, međan tann sum júst er útlærdur enn skal læra eitt sindur afturat av praktiskari vitan
Til gagns fyri allar partar.

Ein slík skipan er til gagns fyri bæđi arbeiđstakara og arbeiđsgevara.

Arbeiđstakarin kann fáa eina betri og tyggari løn, og arbeiđsgevarin fær ein persón viđ førleikaváttan, sum so ger tađ lættari fyri fyritøkuna at taka meira arbeiđi uppá seg.

Okur hugsa nýtt og halda fast í góđu gongdini.

Bárður Gunnarstein Nielsen
Valevni á Lista E

Facebook viðmerkingar