John og Birgir 24. umfar í sjavs

John Jacobsen og Birgir Skorastein vunnu 24. umfar í sjavskappingini hjá Suðuroyar Sjavsfelag í VB-húsinum í farnu viku.

Úrslitið av umfarinum var hetta:
Nr. 1. John Jacobsen og Birgir Skorastein, 4 stig hvør
Nr. 2. Jákup Joensen og Gudmund Poulsen, 3 stig hvør
Nr. 3. Kathrina Borgardal og John Nilssen, 2 stig hvør
Nr. 4. Eyðolf Bech og John Bech, 1 stig hvør.

Næsta sjavskapping verður tórsdagin 05. nov. kl. 18.30 vesturi í VB húsinum.

Øll eru hjartaliga vælkomin

Facebook viðmerkingar