Kirkjukórið Ljómur hevur árligu allahalgannakonsertina í Vágs kirkju komandi sunnudag kl. 17.
Farið er um alla halganna sunnudag. Fjallatalan var á skránni.
“Vit eru salt og ljós heimsins!” ljóðaði í kirkjum okkara.
Hóast Korona roynir at køva, so fáa 150 fólk høvið at koma til konsert og takkargudstænastu í Vágs kirkju sunnudagin.
Skráin er sera fjølbroytt. M.a. verður sálmurin, sum Oddfríður M. Rasmussen hevur yrkt: “Syngur sorgin, syrgir gleðin” við lagi eftir bróðurin, Sunleif Rasmussen, frumframførdur. NePtun hevur týtt sálmin hjá Karin Boye: “Eingin løta er sum henda”. Og sopranurin
Daisy Johannesen fer at syngja 3 ariur úr motettini: “Harrin, vár Drottin”, sum Kári Bæk komponeraði í 2000. Hann setti eisini lag til “Lækjuna” eftir Chr. Matras. Kári fylti 70 ár fyri stuttum.
Jóannes Nolsøe, the grand old maestro, er kórleiðari hjá Ljómi.
Enn sum áður er sannur hátíðardámur, tá ið kirkjufólkið gongur innar í kór at ofra, syngjandi “Nú hvítna tindar”…
Facebook viðmerkingar