Listi E val-kafe í Vági tórskvøldið

Tórskvøldið 5. November hevur Listi E í Vágs kommunu val-kafe í hølunum á Vágsvegi 53 í Vági (vestanfyri Mangt & Hvat).

Valkafe’in er frá kl. 19.30 til kl. 21.30. Valevnini hjá Lista E luttaka og greiða frá valskránni til kommunuvalið. Kl. 20 kemur Eyðun Nolsøe at syngja og spæla nakrar sangir.

Øll eru hjartaliga vælkomin og sjálvandi verður bjóðað kaffi/te og okkurt gott afturvið.

Listi E í Vágs kommunu

Facebook viðmerkingar