Eftir at hava skrivað um ung, tónleik og mentan, fari eg her at koma nærri inn á vegir, útstykkingar, havnarlagið og eldraøkið.
“Teir gloymdu vegirnir”
Okur hava nógvar perlur í og rundan um Vágsbygd. Eggjarnar, Ryskidalur, Botnur og Fámara eru nakrar av teimum. Men hesi støðini hava eisini tað til felags, at tey eru illa atkomulig vegna vánaligar vegir. Kommunan eigur at seta pengar av til hesar vegirnar, so okur kunnu fáa gjørt teir í nøktandi stand komandi árini. Fyrst og fremst fyri at okur, sum búgva í kommununi, fáa betri atgongd at njóta hesi støðini, men eisini í tráð við ta vaksandi ferðavinnuna.
Okur hava millum annað Føroya fyrsta elverk í Botni, sum enntá er grønt. Í dag er illa koyrandi til Botn við persónbilum. Her má finnast ein loysn. Hettar kundi t.d. verið gjørt í samstarvi við SEV, sum hevur stór áhugamál í Botni. Aðrir vegir, okur í javnaðarflokkinum vilja arbeiða fyri, er at fáa gjørt ein nýggjan veg frá Toftabrekku út ígjøgnum bøin til Toftalíð og vestur ígjøgnum Høgabø ímóti Hvanndalsá. Har eigur mann at tosa við jarðeigararnar fyri at finna eina felags loysn, tí har er nógv jørð til grundstykkir og møguleikar fyri nýggjum býlingum mitt í bygdini. Sostatt kunnu øll húsini, sum liggja uppi í bønum, fáa ein veg beinleiðis til húsini og fáa møguleikar at gera sær parkeringspláss. Hetta kann eisini hjálpa til at taka eitt sindur av trýstinum av Toftavegi, sum hevur verið so nógv umrøddur vegna vánaligar ferðsluumstøður.
Nýggjar útstykkingar
Okur vilja øll arbeiða fyri at hava vøkstur í Vágs Kommunu. Fleiri arbeiðspláss og tilflyting til kommununa. Tað krevur eisini, at okur hava góðar bústaðarmøguleikar. Nakrar nýggjar íbúðir eru ávegis og tað er positivt. Men tað eru sera fá sethús bygd í Vági í mínari tíð. Harumframt eru fá hús til sølu í bygdini, so okur mugu gera tað so lagaligt sum gjørligt hjá teimum, sum ynskja at seta sær búgv her. Tí vil eg arbeiða fyri, at kommunan kann bjóða fram byggiklár grundstykkir.
Sjóvinna og Havnarlagið
Fyrr var Vágur ein stór fiskivinnubygd. Her vóru nógvar sluppir á fjørðinum og seinni eisini stór nýmótans fiskiskip. Ein rúgva av arbeiði var at fáa, sum elvdi til, at fólk úr øllum landinum flutti til Vágs at arbeiða, og nøkur blivu verandi. Nógv er broytt síðan tá. Okur hava nú ongi skip á fjørðinum, og útróðrarbátarnir kunnu teljast á einari hond. Tíverri er tað ikki møguligt hjá hesum fáu bátunum, at sleppa av við fiskin í Vági, tí ongin uppboðsøla er í bygdini. Hettar ger, at nakrir av teimum, sum rógva út av og á, setast aftur av tí sama, tí tað loysir seg ov illa. Her skal kommunan traðka til og hjálpa t.d. at gera eina skipan saman við útróðrarfólkinum, so mann onkursvegna sleppur av við fiskin í Vági.
Sjófólk í bygdini hava kanska fingið “smakkin” av sjónum á ungum aldri, antin tey eru sloppin at egna nakrar stampar, ella farin til sjós við onkrum av fiskiskipunum úr bygdini. Men um okkara útróðrarbátar eisini fella burtur, kann hettar hava størri neiliga ávirkan á bygdina í framtíðini, enn okur geva okkum far um, tí vandin er, at sjómentanin í bygdini dettur púra burtur til endans. Hetta kann føra til, at okur fáa færri og færri sjófólk, sum í síðsta enda fær avleiðingar fyri kommunukassan.
Ríkastu kommunurnar í landinum eru tær við eini blómandi fiski/maritimari vinnu. Tí haldi eg, at okur skulu seta tiltøk í verk, sum upp á longri sikt, kunnu vera við til at fáa eina sjóvinnu at virka aftur í Vági. Eitt stig á leiðini er at fáa gjørt eina skipan, ið hjálpir okra útróðrarfólki at sleppa av við fiskin við kaikantin í Vági og harvið fáa meira lív í á havnarlagnum.
Tað eru nógv fleksibul størv í tí maritimu vinnuni, og ein, sum siglur, kann ofta arbeiða hvar sum helst í heiminum og kortini verða búsitandi í Vági. Tí er umráðandi, at okur varðveita sjómentanina, sum kann kveikja hugin hjá ungfólki at velja sjógvin, soleiðis at okur framhaldandi koma at hava sjófólk búsitandi í bygdini. Harafturat skuldi verði møguligt at skapt nakrar vinnumøguleikar á tí maritima økinum.
Reingerðartilboð til okra eldru
Tað verður tosað nógv um, hvussu mann fær ung fólk at støðast í bygdini, og hvat mann kann gera fyri at fáa tey at verða búgvandi og/ella flyta heimaftur til bygdina t.d. eftir loknan lestur. Men okra eldru borgarar eru tey, sum hava bygt hettar staðið upp, og eiga okur at vísa teimum størstu virðing. Tað er og skal vera gott at veksa upp í Vági, men tað skal vera akkurát líka gott at blíva gamal her.
So hvørt sum man eldist og ikki klárar at røkja heimið eins væl sum fyrr, so eru nógv, sum skriva seg upp til Hamragarð og Eldrasambýlið, har okur hava góðar umstøður. Men tað skal eisini vera gjørligt at verða búgvandi heima so leingi, sum mann ynskir tað og annars er frískur og klárur. Ein máti at hjálpa okra eldru borgarum at uppfylla tað ynski er at fáa gjørt eina tænastu, har okur bjóða teimum, sum hava tørvin, eitt reingerðartilboð. Hettar er ein góð íløga til trivnaðin á eldraøkinum og kann væntandi eisini fara at minka um bíðilistar at sleppa inn á Hamragarð og Eldrasambýlið.
Ingi Poulsen, valevni fyri Javnaðarflokkin í Vági
Facebook viðmerkingar