Mítt hjartamál er m.a. viðurskiftini hjá okkara børnum og ungu!

Mítt hjartamál er m.a. viðurskiftini hjá okkara børnum og ungu!

Barna- og ungdómsøkið endurskoðast

Fysisku karmarnir

Okur hava nú í Vágs kommunu í nógv ár havt okkara egna barnagarð, frítíðarskúlatilboð og ungdómshús. Tað gleðast vit øll um, og eru so sera glað fyri tað megnar arbeiði, ið starvsfólkini har gera hvønn dag.

Men eru teir fysisku karmarnir nóg góður?

Eitt av mínum hjartamálum er, at fysisku karmarnir innan ansingar- og frítíðarøkið hjá børnum í Vági eru teir bestu í landinum. Vit í Vági eru frammaliga og fremst á fleiri økjum. Til dømis kunnu nevnast 50 metur svimjihylurin, Marghøllin, Ítróttarháskúlin, komandi Parkourhøllin og eg kundi hildið áfram. Men vit skulu eisini vera fremst, tá tað ræður um hølisumstøðurnar til tað dagliga virksemi hjá okkara børnum og ungdómi.

Tað er sera týdningarmikið fyri trivnaðin hjá børnum og starvsfólkum, at teir fysisku karmarnir eru góðir, og tað skulu teir sjálvandi vera. Børn og vaksin skulu hava ein góðan gerandisdag, har tað er gott pláss at mennast og har trivnaðurin er í hásæti. Eg vil tí arbeiða fyri at útbyggja og nútíðargera okkara stovnar.

Børn í dag brúka ein stóran part av degnum á stovni, burtur frá teirra familju, og tí skulu umstøðurnar á stovnunum vera so tryggar og mennandi sum til ber. Børn skulu hava bestu karmar til menning, at rokast, vera forvitin, fara í dýbdina, vera kreativ, hoyra søgur osfr. Karmarnir skulu kunna rúma ymiskum tørvum samstundis, og tí má pláss vera fyri øllum hesum.

Um plásstrot er, og ov nógv børn eru í einum rúmi, kann hetta elva til mistrivna hjá børnum og starvsfólki. Hetta er ikki ein haldbar støða, men nakað, sum tey fólkavaldu kunnu gera nakað við.

Tað má hugsast kreativt, tá tað snýr seg um fysiskir karmarnar í barnagarðinum. Starvsfólkið á økinum vita oftast best. Tað kunnu skapast minni eindir bæði inni á stovninum og uttanfyri núverandi stovn. Gamla læknahúsið kundi kanska blivið tikið í brúk aftur, til eitt nú vøggustovu; hetta fyri at gera meiri pláss inni í Eikilund til tey størru børnini. Elstu børnini á barnagarðsøkinum, sum í dag vera hýst í Vágs skúla, kundi komið aftur í barnagarðin, har tørvur er á at byggja eina stovu til teirra. Eisini ber til at stovnseta ein útibarnagarð í Vági. Hugskotini eru mong og er tað spennandi at finna góðar loysnir saman við starvsfólkinum.

Eitt annað sum eg vil stuðla og arbeiða fyri er, at øll børn í ansingarskipanini fáa møguleikan til at fáa heitan mat á dagstovninum hvønn dag. Hetta fari eg at raðfesta frammaliga, um eg verði vald inn.

Ynski mítt er, at barnaansingarøkið og frítíðarøkið hjá Vágs kommunu verður dagført, so vit hava tær bestu umstøðurnar.

Umstøðurnar hjá frítíðarskúlabørnum og teimum ungu skulu endurskoðast.

Umstøðurnar hjá frítíðarskúlabørnum skulu endurskoðast. Er tað eitt hugskot, at tey fingu pláss í Vágs skúla? Ella, skulu vit hugsa heilt nýggjar leiðir? Hvat sigur brúkarin? Hugskotini eru óivað mong, og eg hoyri fegin frá tykkum. Eg vil í øllum førum arbeiða til frama fyri menning av hesum øki.

Umstøðurnar, har ungdómshúsið Ungdómsbankin er staðsett, skulu endurskoðast. Hava tey ungu í kommununi nóg góðar karmar? Eru tilboðini nøktandi? Eru upplatingartíðirnar hóskandi? Hvat siga tey ungu? Sum valeni vil eg fegin arbeiða fyri, at tey ungu í Vági hava bestu umstøður til trivna, menning og eitt virkið frítíðarlív.

Faklig menning á breddan, tí einstaka borgarinum at frama!

Eitt av mínum hjartamálum er, at vit øll sum arbeiða við menniskjum, eisini eru fakliga væl fyri. Tað eru starvsfólk í Vágs kommunu, sum arbeiða hvønn dag við menniskjum, og tá tú ger tað, hevur tú eina ómetaliga stóra ábyrgd og ávirkan.

Kendi teologurin og filisofurin K.E. Løgstrup segði so gott:

“ Den enkelte har aldrig med et andet menneske at gøre, uden at han holder noget af dets liv i sin hånd”

Tí er tað líka so týdningarmikið við fakliga áhugaðum og sterkum starvsfólkum, sum tað er at hava umsorganfull og ágrýtin starvsfólk innan barnaøkið, skúlaøkið, sosiala økið, eldraøkið og heilsurøktarøkið.

Eg vil arbeiða fyri, at tey sum arbeiða við menniskjum, skulu hava bestu karmar fyri at menna sína fakligheit, og hava tíð til, í gerandisdegnum, at hava sína fakligheit við i øllum. Tað skulu setast pengar av hvørt ár, til at menna fakligheitina við skeiðum og útbúgvingum.

Tað skal vera fakliga spennandi og mennandi at arbeiða við børnum og okkara eldru borgarum.

Kommunan kann samskipa alla fakliga menning á hesum økinum.

Tann góða gongdin skal halda fram!

Vel Jónleyg Eyðunsson á lista E

Facebook viðmerkingar