Eftir eitt áramál, har fólkatalið í Vágs kommunu minkaði so at siga út í eitt ár um ár frá 2002 fram til 2012, so er gongdin broytt seinastu árini og fólkatalið veksur spakuliga aftur.
Vágs kommuna er eisini ein spennandi kommuna.
Okur hava í felag valt at ganga nýggjar leiðir, samstundis sum lokala vinnulívið spennir seg út – og tilboðini til barnafamiljur, børn og ung, tey sum eru komin til árs, ja til fólk í øllum aldri, eru ikki betri nakra aðrastaðni í landinum enn her. Ikki minst, so búgva okur í vakrari náttúru, á innbjóðandi stað, og okur brúka tíð og orku uppá at hava tað gott saman.
Gongdin í fólkatalinum seinastu árini vísir eisini, at fólk tilvelja Vágs kommunu.
Fólkatalið er vaksið við næstan 100 fólkum síðani september 2013, tá tað búðu 1.296 fólk í Vágs kommunu. Nú búgva tað sambært Fólkayvirlitinum hjá Vágs kommunu 1.387 fólk í kommununi.
Fyrstu 10 mánaðirnar í 2020 eru útvið 80 fólk flutt til Vágs kommunu, samstundis eru nøkur flutt frá, soleiðis at netto-tilflytingin hevur verið 45 fólk higartil í ár. Hetta er størsta netto-tilflytingin í umleið 20 ár – og okur gleðast øll um, at fólk aftur tilvelja Vágs kommunu.
Burðaravlopið, munurin millum talið av føddum og talið av deyðum, hevur tíverri verið negativt seinastu 3-4 árini, men hóast hetta, so er fólkatalið í kommununi vaksið. -Og verður farið aftur um tølini, so sæst, at tað eru nógvar ungar barnafamiljur, sum flyta til Vágs og síggjast tey tølini eisini aftur í næmingatalinum í Vágs skúla, sum er vaksið seinastu árini.
Góðu gongdina eiga okur øll í felag ábyrgdina av – og við jaligum hugburði og leitan eftir enn fleiri nýggjum møguleikum, heldur enn at síggja forðingar, so er eisini gott grundarlag fyri at góða gongdin kann halda áfram komandi árin.
Lat okkum saman halda fast í góðu gongdini !
Dennis Holm, borgarstjóri og valevni á Lista E
Facebook viðmerkingar