Í morgin, leygardagin 7. novembur kl. 11.00 verður heilsutúrur í Vági.
Túrurin verður skipaður á tann hátt, at fólk hittast við Sjónina, nýggi optikarahandilin í Vági, hiðani luttakararnir kunnu ganga, trilla, súkkla ella renna túrin.
Serliga við túrinum er, at øll fara avstað í senn, men eftir 15 minuttir, so verður vent og leiðin liggur aftur til Sjónina, soleiðis øll, óansæð ferð og førleikar fáa ein túr, ið hóskar seg hvørjum einstøkum.
Tá ið komið er aftur, bjóðar Sjónin frukt, vatn og kaffi, samstundis sum øll tey luttakandi skriva navn á eitt pappír, ið verður útflýggja. Síðani verður drigið um ein vinning, umframt at øll luttakandi eru við í sørri drátti, sum verður drigin um stóran mána, tá ið nissurenning verður í Vági.
Hetta er eitt av fleiri tiltøkum sum Hvistan hevur skipað fyri leygardagar í heyst, við 14 døgum ímillum.
Hvistan arbeiðir í løtuni við stórum TIVA-vikuskifti, og meira um tað verður at frætta í komandi viku.
Facebook viðmerkingar