Eftir at hava lisið greinina hjá borgarstjóranum, Kristin Michelsen, í Sosialinum, havi eg hug at koma við einari viðmerking.
Í greinini stendur skrivað, at ”Fíggjarliga er kommunan soleiðis fyri, at hon á nýggjárinum skyldaði 0,61 álíkning. Tað er vaksið úr 0,3 álíkningum. -Hetta er ein avleiðing av tí fíggjarstýring, sum meirilutin hevur havt, sigur borgarstjórin”.
So er tað, at tann kritiski lesarin eigur at seta sær sjálvum spurningin, nær Tvøroyrar Kommuna skyldaði 0,3 álkningar?
Eftirsum, at meirilutin verður nevndur í greinini, skal eg greiða frá, at sitandi býráð tók við tann 01.01.2017. Aftaná gott hálvt ár endaði borgarstjórin í einum minniluta, og hava vit í Javnaðarflokkinum sostatt verið í meiriluta í 2017, 2018, 2019 og 2020.
Eg havi nú hugd at álíkningunum hjá Tvøroyrar Kommunu fyri seinastu 10 árini. Soleiðis ljóða álíkningarnar:
2019: -0,61
2018: -0,30
2017: -0,46
2016: -0,62
2015: -0,77
2014: -1,08
2013: -0,91
2012: -0,80
2011: -0,59
2010: -0,76
Sum tølini vísa, so meinti borgarstjórin uttan iva við árið 2018 og tykist tað tí fyri meg, at hetta var ein roynd at konstruera veruleikan.
Eg haldi, at hesi tølini eru eitt greitt tekin um, at vit hava hildið álíkningini niðri og ført eina skynsama fíggjarstýring. Við ársenda í 2019 var álíkningin minni, enn hon var, tá vit tóku við í 2017. hóast stórar og tiltrongdar íløgur hava verið gjørdar og skattaprosentið er lækkað eitt heilt prosent, barnafrádrátturin er hækkaður úr kr. 5.000,- til kr. 7.000,- og øll børn í kommununi hava fingið eitt frítíðarkort á kr. 2.000,-.
So vil eg eisini nevna, at vit hava ikki upptikið nakað lán hesa setuna, og at samlaða lánsskuldin hjá Tvøroyrar Kommunu er lækkað við 13,5 mio frá 31.12.2016 til í dag.
Nógv annað undrunarvert stó eisini at lesa í greinini í Sosialinum, sum eg ikki kann kenna meg aftur í. Eitt nú nevndi borgarstjórin um asfalteringina, at ”Fólk hava dagliga ringt á kommunuskrivstovuna um hesi viðurskiftini, so nú verður tað gjørt” Eg haldi tað verða sera harmligt, at nevndinar ongantíð eru kunnaðar um hesar fráboðanirnar, so vit kundu tikið tær til eftirtektar.
Tað er sum, at man hevur arbeitt uttan nakran borgarstjóra í skjótt 4 ár.
Kristina Roest
Facebook viðmerkingar