Vágur gerst alsamt grønari og tað er at fegnast um.
Ja, til grønu gongdina
Eri fegin um, at 30 húskið í Vági skilja matleivdir frá húsarhaldsruskinum, og at arbeitt verður við at alsamt fleiri og fleiri húskið koma at gera tað.
Eri sera fegin um, at vit skilja rusk og hava betra umstøðunar til tess og at arbeitt verður við at gera tað enn betur.
Tað er at fegnast um, at vit eru væl áleiðis við at skifta gøtuljósini út til LED- ljós.
At arbeitt verður við, at so hvørt oljufýringar/oljutangar skullu skiftast, at tá verður arbeitt við at fáa grønar loysnir. Oljutangin í skúlanum stendur til, at skulla skiftast út. Her fara vit, at finna eina grøna loysn.
Eri fegin um endurnýtsluna, har fólk kunnu sleppa sær av við okkurt og kanska finna sær okkurt.Eri fegin um tey grønuøkini í býnum og at tey gerast fleiri.
Haldi tað hevði verið eitt gott hugskot, um fyrsti flokkur hvørt ár plantaði sítt træ, so hevði hvørt barnið átt sítt egna træ.
Eri fegin um ruddingar dagin, sum eru á hvørjum árið.
Set X við Onnu Brattaberg á lista E
Facebook viðmerkingar