Kl. 14 í dag tekur TB ímóti Skála við Stórá í Trongisvági.
Fyri TB hevur dysturin lítlan týdning, tí TB endar undir øllum umstøðum á 8. plássi í Betri deildini og hevur sostatt eisini tryggjað sær framhald í Betri deildini í 2021.
Fyri Skála og AB hevur dysturin stóran týdning. Skála er á 9. plássi við 7 stigum, sama stigatal sum AB, men Skála hevur betri málmun. AB tekur á heimavølli á Argjum ímóti EB/Streymi og tann dysturin byrjar eisini kl. 14.
So hóast dysturin við Stórá í dag ikki hevur stóran týdning fyri heimaliðið, so er hetta ein týðandi dystur fyri niðurflytingar-stríðið, fyri hvør flytur niður í 1. deild.
Facebook viðmerkingar