Búskaparliga gongdin í Føroyum seinastu 8-9 árini hevur verið heilt einastandandi – heilt fram til í vár, tá korona-farsóttin fór at herja heimin og eisini ávirkar her í Føroyum. Góða gongdin sæst eisini aftur hjá kommunum, men eru tað serliga kommunurnar í miðstaðarøkinum og í norðara parti av landinum, sum hava havt góða gongd.
Í Suðuroynni hava kommunurnar ikki havt sama inntøkuvøkstur, hóast tað hevur verið ein ávísur vøkstur.
Verður hugt eftir inntøkunum hjá Vágs kommunu, so eru tær hækkaðar spakuliga seinastu árini – eins og víst á myndini “Inntøkur hjá Vágs kommunu” niðanfyri. Og inntøkurnar fyri árið 2021 verða væntandi eitt vet hægri enn í 2020, eisini hóast skattaprosentið lækkaði frá 2019 til 2020.
Inntøkurnar hjá kommununum kring landið verða í høvuðsheitum brúkt til:
- Til rakstur og íløgur
- Til at gjalda niður skuld
Hava skynsaman rakstur
Seinastu árini hava okur í Vágs kommunu havt stórt fokus á raksturin – hava ansað eftir at skipa raksturin hjá kommununi so skynsamt sum tilber, soleiðis at raksturin ikki verður ávirkaður av einari møguligar niðurgongd í inntøkunum hjá kommununi.
Skynsama fíggjarstýringin sæst eisini aftur í gongdini í rakstrarútreiðslunum hjá kommununi (myndin “Rakstrarútreiðslur og rakstrarvøkstur” niðanfyri).
Tað hevur eydnast at halda rakstrarútreiðslurnar á umleið sama støðið seinastu árini, hetta eisini hóast fólkatalið í kommununi er vaksið og hóast tað hevur verið ein munandi lønarvøkstur í landinum.
Árligi rakstrarvøksturin frá 2019 til 2020 var 0% og rakstrarvøksturin frá 2020 til 2021 verður eisini umleið 0%. Skoytast kann uppí, at Landið vanliga mælir til at árligi rakstrarvøksturin ikki er hægri enn 2,5-3,0%, seinastu árini hevur Vágs kommuna ikki verið í nær námind hesum.
Skuldin størri enn hjá øðrum kommunum, men tyngir ikki
Verður hugt eftir skuldin hjá Vágs kommunu, so hevur kommunan størri skuld enn aðrar kommunur í landinum. Og Vágs kommuna hevur havt stóra skuld í nógv ár. Eisini í 2013, tá undirritaði byrjaði sum borgarstjóri, var skuldin stór, tá var skuldin 1,2 álíkningar.
Í myndini “Inntøkur og skuld hjá Vágs kommunu” niðanfyri er gongdin í skuldini hjá Vágs kommunu seinastu árini.
Eftir 3. ársfjórðing í ár er Vágs kommuna aftur farin undir 1 álíkning – og skuldin minkar framhaldandi komandi mánaðir og ár, tí býráðið hevur valt at raðfest at gjalda skuld niður.
Við árslok 2019 var nettoskuldin hjá Vágs kommunu pr. borgara umleið 41.000 kr. Við árslok 2020 verður nettoskuldin hjá Vágs kommunu væntandi umleið 35.000 kr. pr. borgara.
Skuldin tyngir ikki
Skuld er ein trupulleiki, tá hon avmarkar rásarúmið hjá einari kommunu og forðar fyri at ætlanir kunnu gjøgnumførast. Og har kan støðan hjá Vágs kommunu í dag ikki samanberast við støðuna í 2013.
Í 2013 var fíggjarstøðan hjá kommunu avbjóðandi.
Kommunan hevði lítið og onki av tøkum peningi og mátti biða um loyvt trot í bankanum fyri at gjalda mánaðarligar lønir til starvsfólkini hjá kommununi. IRF hótti við at gevast við at heinta inn rusk, tí rokningar blivu ikki goldnar. Fyritøkur og feløg bíðaðu og ryktu eftir at fáa gjald fyri gjørt arbeiði ella seldar vørur.
Hesa støðuna er kommunan ikki í í dag og er fíggjarstøðan hjá Vágs kommunu í dag sera góð.
Allar rokningar verða goldnar so skjótt tær eru váttaðar av avvarandi leiðarum, vanliga innanfyri nakrar dagar. Rásarúm er eisini til at gera íløgur, sum politisk ynski eru um at fremja.
Fíggjarstøðan er í løtuni so góð, at býráðið á næsta býráðsfundi kemur at viðgera uppskot um at gjalda meiri niður í skuld enn tær upprunaliga 3,5 mió. kr., sum ætlað fyri árið 2020, og framskunda íløgur, sum eftir ætlan skuldu gerast í 2021.
Hava fingið nógv fyri pengarnar
Eitt annað sum sjálvsagt er týðandi, tá tosað verður um skuld hjá einari kommunu, einari fyritøku ella einum persóni, er spurningurin um man hevur fingið nakað fyri pengarnar.
Seinastu árini eru ein røð av íløgum gjørdar í kommununi. Úr rúgvuni kunnu nevnast: nýggjan dagstovn, nýtt kampingpláss, útstykking til frítíðarhús, yvirtikið Páls Høll, yvirtikið Marghøllina, keypt ungdómshús, gjørt nýggjan tænstudepil í Miðlatúni, nýgjørt vegir kring um í kommununi, nýgjørt Heilsumiðstøðina, nýggjan graslíkisvøll, nýtt gólv í Vágs Høll, gjørt stórar dagføringar í Vágs Skúla, skift gøtuljós til stálpelar og LED-ljós, skapt ein hugnaligan miðbý, gjørt fleiri nýggj spælipláss – bara fyri at nevna nakrar íløgur.
Hava raðfest at geva borgarunum lættar
Hóast stórar íløgur kring um í kommununi seinastu árini, so hevur eisini verið rásarúm fyri at lækka skattin og fyri at hækka barnafrádráttin – og hongur hetta sjálvsagt saman við skynsamari fíggjarstýring. Niðanfyri er mynd “Skattaprosent og barnafrádráttur”, sum vísir gongdina frá 2013 til 2020.
Sjálvandi eigur at verða arbeitt fram ímóti at lækka skattaprosentið enn meiri og hækka barnafrádráttin komandi árini, soleiðis at skattaprosentið og barnafrádrátturin nærkast miðal fyri landið.
Samanumtikið er fíggjarstøðan hjá Vágs kommunu sera góð.
Skuldin minkar skjótt og tyngir á ongan hátt rakstur ella ætlanir um dagføringar í kommununi. Og hóast skuldina, so eru stórar íløgur gjørdar kring um í kommununi, samstundis sum borgarar hava fingið skattalætta og barnafrádrátturin er hækkaður.
Vágs kommuna er í einari sera góðari gongd – lat okkum saman halda fast í góðu gongdini.
Dennis Holm, borgarstjóri og valevni á Lista E
Keldur
Tølini eru frá grannskoðaðu roknskapunum hjá Vágs kommunu og frá 1. uppskoti til fíggjarætlan fyri 2021.
Facebook viðmerkingar