Matur og máltíðir til børn & ung

Sum nevnt áður, haldi eg at okkara børn á stovni og skúla burdu fingið fjøllbroyttan og heilsugóðan kost hvønn dag. Umstøðurnar eru til tað, bæði í Eikilund og í Vágs skúla. Tað skulu bara setast nøkur ting í verk.

Visti tú, at heilt upp til 70% av føðslutørvinum hjá børnum verður nøktaður á stovni?

Tí er tað av alstórum týdningi, at kommunur taka ábyrgd av hesum øki. Hetta er atrokandi, tí talið av børnum og ungum ið viga ov nógv, er nógv vaksið seinastu árini. Mat- og lívstílsvanar verða mentir í barna- og ungdómsárunum og fylgja oftast við upp í vaksnamannaárini.

Men fyri at tryggja at ØLL børn fáa góðan mat hvønn dag, er alneyðugt at hava ein mat – og máltíðar politik. 24% av 10-12 ára gomul børnum í Føroyum viga ov nógv. 70% av teimum, ið viga ov nógv sum børn, viga eisini ov nógv sum vaksin.

Eg sigi ikki, at børn ikki skulu fáa okkurt lekkurt tá ið føðingardagur eru, pannukøkur og annað lekkurt onkuntíð inn ímillum. Tí tað skal eisini vera pláss til hugna. Men tað er bara týdningarmikið at høvuðsmáltíðarnir eru heilsugóðar og fjøllbroyttar. Tað er eisini sunt hjá børnum, at royna ymiskan mat og smakk. Og so vildi eg mett at tað nokk eru 90% av foreldrunum ið helst vilja sleppa undan at gera matpakkar

Árliga doyggja fleiri enn 1000 danir, sum høvdu livað longri, um teir fylgdu kostráðunum. Hartil kosta lívsstílssjúkurnar landinum (Danmark) 11-12 milliardir kr, sum høvdu verið spardar um fólk livdu betur.

Ein mat- og máltíðarpolitikkur, tryggjar góðar kamar um mat & máltíð hjá børnum. Tað er í longdini at vit tryggja eina heilsugóða framtíð fyri okkara børn og ungu.

Hvat kunnu vit sum kommuna gera við hetta?

Seta ein kommunalan mat – og máltíðarpolitik í verk. Foreldrini gjalda eitt sindur hærgi gjald um mdr, men skulu tískil ikki gera matpakka og spara pengar á tí økinum. Eg vildi sagt tað er eitt ‘winwin’.

Verið er vald, er hetta millum annað nakað ið eg vil arbeiða fyri.

X við Vár Naomi Dimon
Valevni hjá lista E

Tølini havi eg frákost og føðslufelagnum.

Facebook viðmerkingar