Til minnis um Finn Thomsen, Tvøroyri

Mitt í øllum valmeldrinum komu syrgiligi boðini um, at pápabeiggin hjá damuni, Finn Thomsen var farin um sýn í besta aldri. Tann milda og góða røddin í Nova sendingini hjá R7 er tagna.

Tað er bara so nógv, ið er órættvíst, og vit sita eftir við spurninginum, hví tú.

Finn, eg takki tær fyri tín áhuga fyri fiskarínum, og tað samskifti, vit høvdu, tá eg var á feltinum til fiskarí. Tú gleddist so nógv um, at lív var komi aftur á Tvøroyri, av pelagisku vinnuni.

Tað var sera stuttligt at hoyra teg siga frá tínum ungdómsárum sum trummusláari. Bert 11 ára gamal setti tú teg aftan trummusettið og hevur spælt við so gott sum øllum tónleikabólkum, ið vóru á Tvøroyri tá.

Tað var altíð sera áhugavert at tosa við teg, tá vit møttust.  Takk fyri tey heraklapp og rósandi orð, ið eg havi fingið frá tær, síðan eg kom inn í familjuna hjá tykkum.

Hvíli í friði, góði Finn.

Tankarnir eru hjá tykkum øllum, Jórun, Kári, Senita, Nick, Pade og Maureen.

Jesuspápi styrki tykkum øll.

heilsan
Jonhard Danielsen,
Søldarfirði

Facebook viðmerkingar