Tvøroyri hevur verið ígjøgnum eina umfatandi menning seinastu árini.
Tvørafólk trívast á Tvøroyri, og tað er eisini gingið upp fyri øðrum, tí tað byrjar veruliga at síggjast aftur í tilflytingini.
Tølini tala týðiliga
Í dag búgva 1749 fólk á Tvøroyri, sum er 31 fleiri, enn tað gjørdi fyri 1 ári síðani. Tá búðu 1718 fólk á Tvøroyri. Taka okur fólkatalið 1. januar 2020, so er vøksturin heili 40 fleiri.
Sostatt er hetta hægsta fólkatalið á Tvøroyri, hetta tíðarskeiðið í árinum, í 14 ár.
Børnini eru framtíðin, og okur kunnu gleðast um, at okur hava 22 børn í kommununi, ið enn ikki eru fylt ár. Hyggja okur 10 ár aftur, so er tað einans í 2013, at fleiri børn í hesum aldri vóru í kommununi – Tá vóru 26 børn.
Fleiri barnafamiljur eru fluttar til býin í ár, og børnini, sum hava sína dagligu gongd í stásiliga nýggja barnagarðinum, leggjast støðugt afturat.
Tí er umráðandi, at okur halda jaligu kósina, so at trivnaðurin og framburðurin á Tvøroyri framhaldandi mennist.
Bjarni Hammer, valevni á lista C
(Hagtalskelda: Landsfólkayvirlitið)
Facebook viðmerkingar