Tað eldra ættarliðið kemur ofta at sita í stórum húsum, sum við tíðini blíva til eina avbjóðing og ofta til beinleiðis byrðu. Tí ynskja nógv eldri øðrvísi bústaðar valmøguleika. Okkurt sum er minni, lætt atkomuligt og lættari at halda viðlíka. Okur á lista C fara at arbeiða fyri, at íbúðir til tey sum eru 60+ verða bygdar á Tvøroyri.
Hetta verður í tættum samstarvi við vinnuna á staðnum. Eldraíbúðir vilja ikki einans lætta um hjá teimum eldru, tað vil eisini frígeva sethús, sum tey yngri fáa gleði av. Tað vil stuðla upp undir og eggja til, at fólk við tilknýti til Tvøroyri lættari flyta heimaftur. Mynstrið aðrastaðni er, at foreldur flyta í eina minni íbúð, ímeðan teirra børn flyta aftur til kæru heimbygdina og yvirtaka/keypa barndómsheimið. Foreldrini fegnast um, at húsini verða varðveitt í familjuni og at fáa teirra børn heimaftur. Onki er so gott fyri trivnaðin, sum at fáa børnini heimaftur, tí við teimum koma eisini elskaðu abba- og ommubørnini.
Bjarni Hammer
Valevni á lista C
Facebook viðmerkingar