Nýggja skipið hjá Strandferðsluni, Erla Kongsdóttir, er nú komin á Tvøroyri.
Strandferðslan hevur yvirtikið nýggja skipið, sum fór úr Norra í gjárkvøldið.
Ætlanin var at hava eitt hátíðarhald í morgin, men tað verður av ongum, tí tað forða tilmælini koronu, fyri. Landsstýrið hevur tíðindafund í morgin ári og tá er væntandi, at tilmælini verða herd. Tískil verður hátíðarhaldið at bíða eitt sindur, skrivar in.fo.
Áðrenn Erla Kongsdóttir fer í sigling millum Havnina og Nólsoynna, so skulu nakrar royndir gerast, og skipið skal riggast til.
Erla Kongsdóttir tekur um 100 fólk, tríggjar bilar og nakað av farmi.
Facebook viðmerkingar