Fløggini veitra á Erlu Kongsdóttir

Á Tvøroyri veitra fløggini í morgun umborð á nýggjasta skipinum hjá Strandafaraskip Landsins, Erlu Kongsdóttir.

Erla Kongsdóttir kom seint í gjárkvøldið á Tvøroyri úr Norra, higani skipið loysti leygarkvøldið.

Onki hátíðarhald verður tó á keiini á Tvøroyri í dag, hesum forða koronu-tilmælini fyri.

Erla Kongsdóttir fer í næstum í sigling millum Havnina og Nólsoynna, meðn áðrenn skipið fer í sigling millum skulu nakrar royndir gerast og skipið skal riggast til.

Erla Kongsdóttir tekur um 100 fólk, tríggjar bilar og nakað av farmi.

Facebook viðmerkingar