Kommunurnar: vøkstur í bæði teim stóru og teim smáu

"

Verður hugt at einstøku kommununum er nógv størsti vøkstur í tali í teim størstu kommununum:

  • Tórshavnar kommuna vaks við 425 fólkum, svarandi til 1,9%,
  • Runavíkar kommuna vaks við 82 fólkum, svarandi til 2,0%,
  • Eystur kommuna vaks við 64 fólkum, svarandi til 3,0%,
  • Klaksvíkar kommuna vaks við 60 fólkum, svarandi til 1,1%.

Av miðalstóru kommununum er stórur vøkstur í Nes (3,4%), Sjóvar (2,2%) og Vágs kommunu (1,7%). Ein minni vøkstur er í Sunda, Vestmanna og Fuglafjarðar kommunum, meðan tað minkar í Sørvágs kommunu.

Av smærri kommunum er stórur vøkstur í Kvívíkar (5,6%), Eiðis (3,6%), Skopunar (2,7%) og Sands kommunum (1,9%) . Meðan tað minkar í Hvannasunds, Hvalbiar, Porkeris og Sumbiar kommunum.   

Av minstu kommununum er vøkstur í Fámjins, Skúvoyar og Fugloyar kommunum, men tað minkar í Skálavíkar, Húsavíkar og Hovs kommunum.

"

Lesið eisini meiri her

Facebook viðmerkingar