Reyði Krossur sendir Landsinnsavningina sum beinleiðis sjónvarpssending.
Árliga Landsinnsavningin hjá Reyða Krossi Føroya verður í kvøld send sum beinleiðis sjónvarpssending úr Norðurlandahúsinum.
Koronusmittan hevur við sær, at Reyði Krossur í ár ikki sendir sjálvboðin fólk út í heimini kring landið við bússuni at savna pengar. Í staðin verður innsavningin send sum sjónvarp, har fólk fáa høvi at stuðla umvegis telefon ella bankaflytingar. Innkomni peningurin verður brúktur til hjálpararbeiði í Føroyum og kring heimin.
Landsinnsavningin verður send í Kringvarpinum í kvøld kl. 19:00. Í sendingini verða reportasjur frá virksemi hjá Reyða Krossi, tosað verður við fólk, sum eru við at veita hjálp, og fólk, sum hava fingið hjálp. Eisini verða fleiri tónleikaframførslur við kendum føroyskum tónleikarum – til dømis Marius Ziska og Lenu Anderssen.
Øll, sum ringja til stuðulslinjuna hjá Reyða Krossi og lata pengar, eru við í lutakastinum um ein spildurnýggjan Suzuki Swift Hybrid frá Berg Motors og 10 gávukort frá FK álóðandi 2.000 kr.
Vertir í sendingini í kvøld vera Barbara Holm og Eyðun Klakstein.
Raclip framleiðir sendingina, sum Kringvarpið sendir frá kl. 19:00.
Facebook viðmerkingar