Javni nýggjan dagligan leiðara

1. desember tekur Kristina Háfoss við starvinum sum dagligur leiðari hjá Javna. Hon avloysir Fíu Petersen, sum umframt at vera forkvinna eisini hevur virkað sum dagligur leiðari síðan 2015.

Kristina er 45 ára gomul, og hevur tvær hægri útbúgvingar sum búskaparfrøðingur og løgfrøðingur, og hevur harafturat útbúgving í leiðslu. Kristina býr í Havn, er gift við Ronnie, og saman hava tey fýra børn. Kristina hevur røkt fleiri álitissessir og hevur starvast í føroyska vinnulívinum í nógv ár. Millum annað hevur hon starvast sum búskaparfrøðingur í Landsbanka Føroya, sum projektleiðari og íløguráðgevi hjá Føroya Banka, og sum deildarstjóri fyri menning, KT og marknaðarføring í Tryggingarfelagnum Føroyum. Tey flestu munnu tó kenna Kristinu best úr politikki, har hon hevur verið virkin seinastu 20 árini, bæði sum løgtings- og landsstýriskvinna.

Umvegis sínar drúgvu starvsroyndir á politiska pallinum hevur Kristina fingið eitt breitt innlit í lóggávu, stovnar, skipanir og viðurskifti á brekøkinum. Afturat hesum kennir hon flestu viðurskiftini væl frá privata sjónarhorninum, tí eini sonurin ber brek.

Vit ynskja Kristinu góða eydnu við starvinum, og gleða okkum at samstarva við hana. Saman vilja vit føra føroyska samfelagið enn longur á javnrættinda leið.

Tíðindaskriv frá Javna

Facebook viðmerkingar