Ráðgeving og vegleiðing fyri limum í Suðuroy

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur limir um alt landið, og tí fara vit í næstum á ferð kring landið fyri at koma tættari limum okkara í teirra gerandisdegi.

Endamálið er, at hitta limirnar í teirra nærumhvørvi fyri at tosa um lønar- og setanarviðurskifti, umframt onnur møgulig evni innan arbeiðsmarknaðarøkið.

Mánadagin 30. november og týsdagin 1. desember verða starvsfólk úr Vinnuhúsinum á Suðuroynni, og verða tøk hjá limum til ráðgeving ella vegleiðing. Limir kunnu antin koma inn á gólvið ella gera avtalu við okkum frammanundan. Eisini ber til at avtala, at vit koma á vitjan í fyritøkuni. Endamálið er, at vit eru tøk til prát og ráðgeving um lønar- og setanarviðurskifti.

Skipað verður eisini fyri einum tiltakið í Suðuroy eftir arbeiðstíð týsdagin 1. desember. Eisini her verður dentur lagdur á setanar- og sáttmálaviðurskifti.

Nærri kunning við skrá og stað kemur í komandi viku.

Facebook viðmerkingar