Kom við á ferð gjøgnum genetisku søguna hjá okkum menniskjum – í Miðlatúni týsdagin 17. november kl. 17.45.
Epedemiir og fólkavandringar eru nakrar av teimum hendingum, sum hava skapt teir samfelagsbólkar, vit kenna í dag.
Fyrilestrahaldari: Eske Willerslev, professari í DNA gransking, Globe Institut, Københavns Universitet.
Fyriskipari: Aarhus Universitet
Brellbiti: https://www.facebook.com/OffentligeForedrag
Um fyrilestrarøðina
Í samstarvi við Aarhus Universitet verður skipað fyri fyrilestrum í Miðlatúni. Fyrilestrarnir verða sendir beinleiðis úr Sø auditorierne í Aarhus. Einasti møguleiki at uppliva fyrilestrarnar er beinleiðis hjá góðkendum verti, eitt nú hjá okkum í Miðlatúni, í Løkshøll / Bókasavninum við Løkin, og vanliga eru fleiri onnur støð í Føroyum við.
Talan er um náttúruvísindaligar og heilsufakligar fyrilestrar við høgum akademiskum støði; uppleggið er tó, at ein og hvør skal kunna fáa okkurt burturúr. Beinleiðis samband er við fyrilesturhaldaran, og møguleiki er at seta spurningar og fáa svar umvegis sms ella Twitter.
Ein steðgur er í tiltakinum, og tá bjóða vit ókeypis drekkamunn og okkurt gott afturvið í hugnaligum umhvørv
Facebook viðmerkingar