Eldrafimleikur í Suðuroy

Tvær ferð um vikuna, ber til hjá borgarum eldri enn 65 ár, at venja í einari høll saman við tveimum fysioterapeutum. Venjingarnar fara fram í Vágs høll tvær ferð um vikuna og í høllini Trongisvági tvær ferð um vikuna.

Venjingarnar vera skipaðar á tann hátt, at vit hita væl upp, síðan hava vit eitt tema fyri vikuna og til síðst runda vit av. Í upphitingini røra vit allan kroppin í gjøgnum, har vit eisini hava fokus á til dømis: at fáa pulsin upp, balansuvenjingar, dans, styrkivenjingar osv. Temað fyri vikuna kann vera styrkivenjing, balansuvenjing, ymisk spøl, har vit fáa pulsin upp, skulu samstarva og hava tað stuttligt saman. Til síðst runda vit av saman, har vit strekkja út og gera róligar rørslur.

Aftaná venjingina er tíð til prát, ein kaffimunn og so eru fysioterapeutarnar klárir at svara spurningum, um tað skuldi verið eitt hvørt.

So um tú hevur hug at røra teg saman við øðrum eldri og við vegleiðing frá fysioterapeutum, ert tú hjartaliga vælkomin.

Venjingartíðirnar eru:
Høllin í Vági: Týsdag kl 14.00 og fríggjadag kl. 09.00
Høllin í Trongisvági: Týsdag kl 10.00 og fríggjadag kl. 14.00

Um tit hava spurningar, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við okkum á 793504 ella 793552.

Bára og Sigurð Marner

Facebook viðmerkingar