Ónsdagin 25. november klokkan 14.00 fer Lív Næs at halda MA-fyrilestur í Kongshøll við heitinum, “Hava føroysk bygdarmál eina framtíð fyri sær?”
Bygdarmálini broytast støðugt, og úrslitið er, at tað málsliga fjølbroytnið minkar. Samfelagsmálvísindaligar kanningar av bygdarmálum benda á, at broytingartilgongdirnar ofta byrja við teimum ungu og breiða seg síðani til teir eldru aldursbólkarnar.
Í síni MA-ritgerð hevur Lív Næs kannað broytingar í hvalbiar- og sumbiarmálførinum.
Lív Næs hevur lisið á Føroyamálsdeildini.
Fyrilesturin, sum er seinasti parturin í MA-lestrinum, verður hildin, tá ið ritgerðin er próvdømd.
Fyrilesturin verður stroymdur á youtube-rásini hjá Fróðskaparsetrinum. Leinkið er her.
Atgongd til Kongshøll verður samsvarandi almennu leiðreglunum um koronu.
Facebook viðmerkingar