Nýggja nevndin saman við varalimunum, ið varð vald á aðalfundinum hjá Landsfelag Pensjónista 24. okt. 2020, hevur havt sín fyrsta fund. Á fundinum vóru nakrar raðfestingar gjørdar, ið ætlanin er at arbeiða við í næstum.
Fremst frá vinstru: Ingeborg Vinther og Beate L. Samuelsen.
Aftast frá vinstru: Alfred Olsen, Hans Jacob á Kósini og Elna Lamhauge Strøm.
Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg soleiðis:
Beate L. Samuelsen, forkvinna
Ingeborg Vinther, næstforkvinna
Elna Lamhauge Strøm, nevndarlimur
Alfred Olsen, nevndarlimur
Hans Jacob á Kósini, nevndarlimur
Varalimir eru:
Lydia Laksafoss
Vibeke Ingvarsson
Jákup Hummeland
Aðalfundurin hjá Landsfelag Pensjónista 24. okt. 2020 var hildin á Hotel Hafnia
Í viðtøkunum hjá Landsfelag Pensjónista stendur í gr. 2:
“Landsfelagið hevur til endamáls at arbeiða fyri fíggjarligum, sosialum, mentanarligum og øllum øðrum áhugamálum pensjónista.”
Omanfyri nevnda endamál kann røkkast á ymsan hátt, har vit niðanfyri hava nøkur átroðkandi mál, ið nývalda nevndin ætlar at raðfesta komandi tíðina.
Fundir í løgtingsnevndum og landsstýrinum
Ein av sera týdningarmiklu uppgávunum hjá Landsfelag Pensjónista er at vera ráðgevi hjá landsstýrinum og løgtingsnevndum, tá lógaruppskot verða løgd fyri Løgtingið. Hetta eru lógaruppskot, sum hava við pensjónistar at gera. Vit í Landsfelagnum fegnast um, at politiski myndugleikin til tíðir lurtar eftir okkum.
Skatting av Samhaldsfasta
Landsfelag Pensjónista hevur heitt á politiska myndugleikan um at broyta skattingina av Samhaldsfasta, soleiðis at skattur ikki verður tikin bæði við inngjald og útgjald. Í tí sambandinum fer Landsfelagið enn einaferð at gera vart við dupultskattingina.
70 ára fráfaringaraldur
Landsfelag Pensjónista fer enn einaferð at heita á landsstýrið og løgtingið um at taka upp aftur lógaruppskotið um at banna aldursmismuni á arbeiðsmarknaðinum. Hetta lógaruppskot fall nevniliga burtur í fjør vegna nýval.
Landsfelagið hevur nýliga sent skriv hesum viðvíkjandi til Fíggjarmálaráðið.
Eftirlit við ellis- og røktarheimum
Eitt annað mál, vit fara at arbeiða við, er at heita á Almannamálaráðið um at seta í verk eftirlit við røktar- og ellisheimunum í Føroyum. Hetta fyri at tryggja, at øll búfólk fáa virðiliga røkt og viðgerð.
Eisini fer Landsfelagið at gera vart við, at tað mangla røktarheim til menningartarnað og psykisk sjúk.
Játtanin til eldraøkið
Játtanin frá landinum til eldraøkið eigur at vera oyramerkt, soleiðis at peningurin verður brúktur til eldraøkið og ikki nakað annað. Landsfelagið ætlar at kanna, hvussu játtanin frá landinum verður brúkt í teimum ymsu samstarvsøkjunum.
Heimavitjan eigur at setast í verk í øllum kommunum, tvs. har starvsfólk (sjúkrarøktarfrøðingar) vitja øll yvir t.d. 75 ár. Hetta verður gjørt í Tórshavnar kommunu og onkrum øðrum kommum. Endamálið við heimavitjanini er at kanna, hvussu støðan er hjá pensjónistunum, og um teir hava tørv á onkrum, teir ikki fáa í dag.
Eldraráð
Landsfelag Pensjónista setur spurnartekin við eldraráðini, og um tey eru til nóg stórt gagn fyri pensjónistarnar í einstøku kommununum, ið hava eldraráð. T.d. hava eldraráðini í Klaksvík og í Eysturoynni tilvísing til ávikavist Norðoya Bú- og Heimatænastu og Roðan.
Endamálið við eldraráðum er beinleiðis at ráðgeva býráðspolitikarum. Orsøkin er, at tað eru nógv onnur viðurskifti enn búpláss og heimahjálp, ið eldraráð skulu ráðgeva um. Í Tórshavnar kommunu hevur Eldraráðið beinleiðis tilvísing til býráðspolitikararnar.
Felags tiltøk
Landsfelag Pensjónista vónar at kunnu samla nógvar pensjónistar til ein gevandi Eldradag í Fuglafirði í august næsta ár, har áhugaverd evni verða viðgjørd, umframt at hittast til eina góða ársveitslu komandi vár.
- nov. 2020
Vegna
Landsfelag Pensjónista
Beate L. Samuelsen, forkvinna
Beate L. Samuelsen, forkvinna
Facebook viðmerkingar