Í dag er ein mánaður síðani, at Ættarbandsskráin gjørdist tøk á Vanganum hjá Talgildu Føroyum.
Gott 6.000 fólk hava fingið sær Samleikan, upplýsa Talgildu Føroyar, og áhugin hjá fólki at síggja síni ættarbond er stórur. Tað fegnast vit í Ílegusavninum um. Nógvar góðar fráboðanir koma inn, og fólk greiða frá, hvussu tey sita saman, hvør við sínari teldu og samanbera ættartrø fyri at finna felags ella ymisk ættarsambond.
Endamálið hjá Ílegusavninum at vera við á Vanganum er bæði at geva fólki atgongd til egnar dátur, og fáa allar føroyingar at koma við rættingum. Soleiðis kunnu vit øll saman fáa Ættarbandsskránna endaliga rættlisna.
Arbeiðið við at gera ættarbandsskránna
Tað var í 2007, at orka var sett av til at fáa kirkjubøkurnar talgildar og upplýsingarnar skrásettar í eini Ættarbandsskrá. Endamálið var at skapa gott grundarlag fyri ílegugransking í Føroyum. Arbeiðið hevur tikið tíð, og nógv fólk hava sitið og skrivað upplýsingar úr kirkjubókunum inn á teldu við hond. Tað liggur eitt stórt arbeiði aftan fyri Ættarbandsskránna, sum allir føroyingar kunnu vera bæði glaðir fyri og stoltir av.
Av tí, at orka ikki varð sett av til at rættlesa tað arbeiðið, sum varð gjørt við hond, koma villur fyri. Tað kann vera ein vanlig slagvilla, ella at fólk eru skeivt skrásett, tí tað kann koma fyri, at fólk, sum eru fødd sama dag, eita tað sama. Eitt annað, sum er vanligt í Føroyum, er, at somu nøvn ganga aftur í summum familjum, og tí kann bland vera komið í. Tí varð avgjørt at gera eina skipan inni á Vanganum, har tað ber til at vísa á villur og senda fráboðan beinleiðis til Tjóðskjalasavnið, sum tekur sær av arbeiðinum at skráseta í skránni. Inni á ættartrænum er møguleiki fyri at skráseta skyldfólk, rætta skyldfólk og koma við viðkomandi upplýsingum. Tjóðskjalasavnið kannar, um umbønirnar eru rættar og metir um, um tær skulu verða gingnar á møti.
Tú kanst vera við at góðskumenna skránna
Nú tey flestu av teimum 6000 brúkarunum møguliga hava verið inni á Ættarbandsskránni, hava vit fingið umleið 100 fráboðanir. Tjóðskjalasavnið megnar væl at fylgja við, og enn liggja ongar fráboðanir og bíða eftir at blíva avgreiddar.
Fráboðanir hava verið av ymiskum slagi, fyri tað mesta smáar rættingar í sambandi við føði- ella deyðsdagfesting, rætting í sambandi við stavseting og ynski um at fáa skyldfólk skrásett, sum hava búð uttanlands. Men vit hava eisini fingið onkra einstaka fráboðan, sum vit meta vera álvarsligari enn hinar, har tað snýr seg um, at fólk eru knýtt at onkrum, sum tey ikki eru í familju við. Tað hevur við sær, at hesi koma inn á eitt ættartræ, har tey ikki hoyra heima. Tí eru vit sera fegin um, at fólk vísa áhuga í Ættarbandsskránni og taka sær tíð til at senda okkum rættingar og gera vart við villur. Tað er við til at góðskutryggja upplýsingarnar í skránni, og vit fáa harvið eina neyvari Ættarbandsskrá.
Nú Ættarbandsskráin er gjørd til ílegugransking, kann ivin um góðskuna í granskingini møguliga stinga seg upp, tí villur kunnu koma fyri, men hartil er at siga, at rættlestur altíð verður lisin, áðrenn Ættarbandsskráin verður nýtt til ítøkiligar granskingarverkætlanir.
Ein avbjóðing hevur verið, at fólk ikki sleppa inn á skránna, tí teirra p-tal ikki er skrásett inni á Ættarbandsskránni. Hetta kann hava við sær, at nakrir brúkarar gerast vónbrotnir, tá ið teir spentir ætla sær inn á Ættarbandsskránna, tí tá fáa teir boð um at geva Landsfólkayvirlitinum loyvi at senda Tjóðskjalasavninum teirra p-tal og skulu harafturat bíða í nakrar dagar, áðrenn teir sleppa inn.
Ílegusavnið metir Ættarbandsskránna vera eitt tilfeingi, sum er ogn Føroya fólks, og tí skal hon vera atkomulig hjá øllum føroyingum.
Øll, sum vilja síggja sítt ættartræ, kunnu fáa sær Samleikan og rita inn á Vangan.
Facebook viðmerkingar