Frá vinstru: Daimi Kjærbo eindarleiðar, Hennvá Danielsen, og Anna Djurhuus, leiðari
Ónsdagin 25. november var hátíðarhald í hølunum hjá Bú- og Heimatænastuni í Suðuroy á Tvøroyri fyri Hennvá Danielsen, ið hevur starvast í eldratænastuni í Suðuroy í 25 ár.
Hennvá byrjaði sum heimahjálp á Tvøroyri í 1995 og tók prógv sum heilsuhjálpari í 2004.
Í sambandi við 25 ára starvsdagin fekk Hennvá blómur og gávur handaðar, og segði Anna Djurhuus, leiðari hjá Bú- og Heimatænastuni í Suðuroy, segði nøkur orð, har hon takkaði Hennvá fyri góða og trúgva tænastu.
Eisini fekk hon eina heilsu frá heilsuhjálparafelagnum og sínum starvsfeløgum.
Hennvá Danielsen
Facebook viðmerkingar