Hesa vikuna verða fleiri tiltøk á skráni í Vági.
Jólabýurin í Suðuroyar Sparikassa letur upp týsdagin 1. desember. Tað verður ikki nakað alment tiltak sum undanfarin ár í hesum sambandi vegan korona-tilmælini, men øll eru vælkomin inn á gólvið at síggja jólabýin bæði henda dagin og teir komandi dagarnar.
Tórsdagin 3. desember er eitt familjutiltak í Jólastovuni í Miðlatúni, har Tina Nattestad stendur fyri jólaperling. Tiltakið er millum 15 og 18, øll eru hjartaliga vælkomin, tó er avmarkað atgongd vegna korona-tilmælini.
Fríggjadagin 4. desember hevur SUSVIM kakutombola á Torginum, tað byrjar kl. 11. Kl. 16 sama dag byrjar jólaútsølan hjá Dagsglæmuni í Meinigheitshúsinum.
Leygardagin 5. desember frá kl. 10 til 15 hevur Eldrasambýlið jólasølu á Torginum. Kl. 14 til 17 sama dag verður jólastova í Miðlatúni, har Ulla Bærendsen undirvísir í málningalist á smá lørift.
Leygarkvøldið frá kl. 23 spælir Eyðun Nolsøe á Jugga.
Sunnudagin 6. desember kl. 17 verður adventshugni í Meinigheitshúsinum.
Facebook viðmerkingar