Vágs Býráð samtykti á býráðsfundinum mánakvøldið 30. nov. 2020 fíggjarætlanina fyri 2021.
Neyv fíggjarstýring hevur gjørt tað gjørligt aftur í ár at geva borgarum í Vágs kommunu ein lætta, sigur Dennis Holm, borgarstjóri. Rakstrarvøksturin er annað árið á rað 0%, bæði frá 2019 til 2020 og nú frá 2020 til 2021 er rakstrarvøksturin 0%, hetta eisini hóast fólkatalið er vaksið og lønirnar eru hækkaðar við fleiri prosentum. Skynsama fíggjarstýringin ger, at tað aftur í ár er gjørligt at lækka skattaprosentið, sigur Dennis Holm, borgarstjóri.
Skattaprosentið í Vágs kommunu lækkar í 2021 niður í 21,50%, og er skattaprosentið í Vágs kommunu sostatt lækkað við 1,75 prosentstigum seinastu árini, úr 23,25% í 2013 niður í 21,50% í 2021.
Høvuðstøl í fíggjarætlanini
Inntøkurnar hjá Vágs kommunu eru í 2021 mettar at verða tilsamans 66,3 mió. kr. og er hetta umleið 1 mió. kr. lægri enn fíggjarætlanin fyri 2020. Inntøkurnar fevna serliga um persónsskatt, partafelagsskatt og flyting frá Landinum í samband við at eldraøkið varð flutt til kommunurnar at umsita í 2015.
Raksturin av tænastum, sum Vágs kommuna skipar sjálv og í samstarvi við kommunurnar í Suðuroynni, er í 2021 mettur at kosta umleið 57,1 mió. kr. Hetta er tað sama, sum raksturin er mettur at kosta í 2020, og tað sama sum raksturin kostaði í 2019, so talan er um 0% í rakstrarvøkstri seinastu trý fíggjarárini.
Vágs kommuna fer í 2021 at rinda 3,5 mió. kr. aftur í skuld. Renturnar eru í 2021 mettar at verða góðar 0,3 mió. kr.
Raðfestingar í 2021
Vágs kommuna fer í 2021 at gera íløgur fyri 4,7 mió. kr.
Stórur partur av íløgunum í 2021 verða á tekniska økinum, har m.a. til asfaltering, framhald av nýggju vegaføringunum í Høgabø, Brekkubø og frá Toftabrekku og úteftir, umframt at spillvatnsskipanin verða raðfest.
Eins og undanfarin ár er ein munandi játtan sett av mentanar- og trivnaðarøkinum, bæði tá umræður uppraðfesting í rakstri og íløgum. Í Vágs Skúla verður m.a. hildið áfram at skifta vindeygu og hurðar, og at endurnýggja innbúgv í skúlanum. Harumframt er játtan eisini sett av til framhald av verkætlanini við gera ein mentanarpall í gamla svimjihyli við sali til konsertir, fyrilestrar, filmsvísing, framløgur, sjónleik, morgunsang og øðrum hjá Vágs Skúla, Musikkskúlan og til vágbingar sum heild.
Játtan er eisini sett av til at dagføra ungdómshúsið, m.a. til at skifta tak og skifta vindeygu. Eisini er játtan sett av til at hava ungdómshúsið meiri opið í vikuskiftinum. Eisini verður raðfest at víðka um spæliplássið við Eikilund og nýgera spæliplássið í miðbýnum.
Dagføringarnar á Ítróttarøkinum á Eiðinum halda eisini áfram og er játtan sett av til seta upp nýggj vallarljós við fótbóltsvøllin á Eiðinum og til dagføring av wc-viðurskiftunum í Vágs Høll, soleiðis at tey lúka krøvini til atkomu hjá rørslutarnaðum. Íløgujáttan er eisini sett av m.a. til ventilatión og til køkumstøður í Páls Høll.
Játtan sett av til framhald av dagføringunum í Heilsumiðstøðini – og eru tað tey seinastu árini brúktar út við 3 mió. kr. til dagføringar av Heilsumiðstøðini í Vági.
Millum raðfestingarnar er eisini stovnan av nýggjum heilsudepli í Vági við kjarnuvirksemi innan venjing, heilsu og vælveru. Eisini er sett av játtan til stuðul til Vágs kirkju, sum stendur fyri stórum umvælingum, og til klæðing av Skótahúsinum.
Spennandi tíðir fyri framman
Eftir eitt langt áramál við minkandi fólkatali, arbeiðsloysi og lágum inntøkuvøkstri er gongdin í Vágs kommunu seinastu árini vend. Fólkatalið veksur og nærkast 1.400 fólkum, pr. 30. Nov. 2020 búðu 1.392 fólk í Vágs kommunu. Økt vinnuvirksemi hjá verandi og nýggjum fyritøkum førir við sær meiri arbeiði og sæst hetta eisini aftur í minkandi arbeiðsloysi í nærumhvørvinum.
Seinastu árini eru gjørdar nógvar stórar íløgur í Vágs kommunu og fleiri íløgur eru eisini ávegis. Lutaíbúðirnar í Mýrunum eru farnar ígongd. Byggiloyvið er givið til 10 frítíðarhús við Traðaveg. Komandi heyst kemur væntandi gongd á at byggja stóru smoltstøðin hjá Bakkafrost í Ónavík. Og íleggjarar hava eisini fingið játtandi svar uppá fyrispurning um møguleikan fyri nýggjum spennandi virksemi á havnarlagnum í Vági.
Útlitini fyri framhaldandi menning í Vágs kommunu eru sostatt góð.
Miðvísa arbeiðið seinastu 7-8 árini at gera Vágs kommunu til eina spennandi kommunu at búgva og liva í sæst aftur í gongdini í fólkatalinum, og jaliga gongdin sæst eisini aftur í øktum áhuga fyri at gera íløgur í kommununi, og vóna okur, at hetta verður okkum øllum at frama í komandi tíðum, sigur Dennis Holm, borgarstjóri.
Vágs kommuna
www.vagur.fo
Facebook viðmerkingar