Lærari til Miðnámsskúlan í Suðuroy

Miðnámsskúlin í Suðuroy søkir eftir tímalærara, ið kann átaka sær at undirvísa í evnafrøði, at byrja á skúlanum 1. februar 2021. Talan er um tvey hold,eitt á C-støði og eitt á B-støði (3 + 5 tímar um vikuna).

Møguleiki er at søkja um fast starv næsta skúlaár.

Setanar-og lønartreytir
Lønar-og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Yrkisfelagið Miðnám og Fíggjarmálaráðið.

Umsókn
Umsóknir skulu stílast og sendast til:Miðnámsskúlin í Suðuroy, Grønudalur 2, 950 Porkeri ella sendast til teldupostbústaðin: mis@skulin.fo.

Umsóknir við prógvum og CV skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi mánadagin 4. januar 2021 kl. 12.

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til skúlan á tlf. 614201, mis@skulin.fo ella á heimasíðuni www.midnam.fo

Miðnámsskúlin í Suðuroy

Facebook viðmerkingar