10 nýggjur ambulansaviðgerar prógv

Fríggjadagin tann 4. desember fingu 10 nýggjur ambulansaviðgerar prógv í præhospitalari akut viðgerð. Hetta eru starvsfólk, sum starvast í heilsuverkinum og hava drúgva royndir innan tað præhospitala økið. Næmingarnir eru frá øllum trimum Sjúkrahúsunum.

Útbúgvingin byrjaði í 2019.

6 modulir á eina viku

  • Eina viku í starvsvenjing á bráðfeingis deildunum á Landssjúkrahúsinum.
  • Eina viku í starvsvenjing í sjúkrabilinum saman við vegleiðara.
  • 28 vikur í einum rulli í samband við vaktarskemað.
  • Skrivligar uppgávur.
  • 36 vikur í alt.

Dansk præhospital útbúgvingarsentur í Silkeborg, Dapuc, hevur staðið fyri útbúgvingini saman við føroyskum mynduleikum.

Facebook viðmerkingar