Heiðursmerki til starvsfólk á Suðuroyar Sjúkrahúsi

Ónsdagin 9. desembur verða 8 starvsfólk á Suðuroyar Sjúkrahúsi heiðraði við 40 ára fortjenstmedalje í silvuri frá Hennara Hátign Margrethu Drotning.

Agnes Sanna Mortensen, bioanalytikari – byrjað á SS 1. mars 1976

Bergur Viggo Stórhamar, skrivstovu fulltrúi – byrjaður á SS  1. feb. 1977

Oddný Nolsøe, sjúkrarøktarfrøðingur – byrjað á SS 16. mars 1977

Doris Petersen, køkshjálpari – byrjað á SS 1. aug. 1977

Sonny Noomi Ellendersen, sjúkrarøktarfrøðingur – byrjað 15. mars 1978

Anna Sólrún Djurhuus, sjúkrahjálpari – byrjað 1. mars 1978

Óluva Kirstin Holm reingerðarfólk – byrjað á SS 1. juni 1979

Heidi Niclasen reingerðarfólk – byrjað á SS 1. aug. 1979.  

Dagurin verður hátíðarhildin í SALT frá kl 13:00. Orsakað av korona farsóttini verður tiltakið ikki alment men fyri starvsfólkum og avvarðandi.

Facebook viðmerkingar