Vágs kommuna samstarva við Dugna

Í longri tíð hevur verið arbeitt saman við Dugna við at fáa latið upp deild hjá Dugna í Suðuroynni, soleiðis at eitt arbeiðstilboð kann skipast fyri fyritíðarpensjónistar, ung í starvsvenjing, og onnur, sum hava avbjóðingar við at koma inn á “vanliga” arbeiðsmarknaðin.

Dugni hevur verið á vitjan um hesa ætlan bæði á heysti í 2019 og aftur í november í 2020, eftir at tað gjørdist greitt, at játtan er sett av á Løgtings Fíggjarlógini til at lata upp deild hjá Dugna í Suðuroynni.

Dennis Holm, borgarstjóri, greiddi á býráðsfundinum 30. november 2020 frá, at tað hevur verið arbeitt miðvíst við at fáa Dugna at lata upp deild í Suðuroynni og tók býráðið eisini undir við at fara undir samstarv við Dugna, har Vágs kommuna letur ókeypis hølisviðurskifti til Dugna, soleiðis at Dugni kann lata upp deild í Suðuroynni, sum verður staðsett í Vági.

Fyri borgarar í Suðuroynni verður stovnanin av tilboðnum hjá Dugna eitt stórt framstig, tí eins og aðrastaðni kring landið, so eru tað eisini fólk í øllum aldrum í Suðuroynni, sum hava avbjóðingar við at gerast partur av “vanliga” arbeiðsmarknaðinum, og tí hava tørv á einum annarleiðis tilboði við stuðli og vegleiðing, soleiðis at tey kunnu fáa ein innihaldsríkan gerandisdag og vónandi eisini við tíðini kunnu gerast partur av vanliga arbeiðsmarknaðinum, sigur Dennis Holm, borgarstjóri.

Eg eri sera fegin um, at tað í sera góðum samstarvi við Dugna er eydnast at koma so langt, nú bíða vit eftir, at Løgtings Fíggjarlógin verður samtykt, og vónandi við einari játtan á 800.000 kr., sum Dugni hevur søkt um, og ikki 500.000 kr., sum standa í uppskotinum til Fíggjarlóg, sigur Dennis Holm, borgarstjóri.

Tíðindaskriv frá Vágs kommunu

Facebook viðmerkingar