Fríggjadagin var hátíðardagar á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy, tá næmingar høvdu seinasta skúladag og fingu prógv.
Avvarandi vóru boðin við til hátíðarløtu í Vágs Høll har næmingarnar eisini høvdu framførslur áðrenn Guðmundur Joensen, háskúlaleiðari, handaði næmingunum prógv.
Tilsamans 41 næmingar úr øllum landinum hava gingið á Ítróttaháskúla í Vági 16 vikur hesa heysthálvuna – og fingu tey prógv fríggjadagin.
Fyri Ítróttaháskúlanum var hetta eisini ein søguligur dagur, skilt soleiðis, at komandi skeið fara næmingar at búgva og eta í nýggja næmingaheiminum, sum verður liðugt fyrsta dagin.
Várskeiðið á Ítróttaháskúlanum byrjar 11. januar 2021.
Facebook viðmerkingar