Sunnudagin 13. desember kl. 16 verða jólini sungin inn.
Tað verður Luciagongd við 7. flokki úr Tvøroyrar skúla, Guðrun Sólja og Sangbólkurin Tonika fara at syngja, ein bólkur úr Tvøroyrar hornorkestri spælir nøkur jólaløg, eisini verður felagssangur.
Vegna korona tilmælini kunnu bert 200 fólk vera í kirkjuni.
Kirkjutænarar koma at telja og tá tilmælta talið er komið, verða dyrnar latnar aftur.
Ætlanin var at fáa tiltakið stroymað. Men tíverri hevur tað ikki eydnast at fáa tað í lag.
Facebook viðmerkingar