Til minnis um Emily Poulsen, Porkeri, sum doyði í heyst eftir stutta sjúkralegu.
Valkyrjurnar komu at kenna Emily í samband við kommunuvalið í 2016, tá hon stillaði upp sum valevni í Porkeris kommunu. Undan valinum luttók Emily – heilhjartað og motiverað – á stóra valfundinum, ið vit høvdu á Skúladeplinum í Grønadali saman við øðrum kvinnuligum valevnum úr Suðuroynni. Bæði í pallborðsorðaskiftinum og í bólkaarbeiðinum kom hon við sínum positiva og gjølliga umhugsaða íkasti til gongdina av kommunala samstarvinum í Suðuroynni.
Vit frøddust um, at Emily varð vald inn í bygdaráðið í Porkeri, har hon tók sæti 1. januar 2017, og har hon var limur til nú hon doyði í bestu árum.
Til dagligt arbeiddi Emily við postútbering, og tann gerningin røkti hon stillisliga, vinarliga og samvitskufult. Hvørki bítskir hundar ella aðrar avbjóðingar skelkaðu Emily. Ein jólaaftansmorgun fyri nøkrum árum síðan skapti tað stóra gleði hjá einari av okkum, tá Emily brádliga stóð í ganginum í postjakkanum og við einum jólapakka undir arminum. Einum pakka, sum longi hevði verið bíðað eftir.
Emily var ættað av Tvøroyri, men flutti sum ung til Porkeris, har hon giftist Eiriki. Tey fingu tríggjar synir, sum nú eru vaksnir: Gunnbjørn, Jón og Einar. Henni untist at fáa trý ommubørn, og var hon ein góð omma.
Vit lýsa frið yvir minnið um Emily Poulsen.
Valkyrjurnar
Facebook viðmerkingar