Fólk ið bera brek missa vunnin rættindi

Hvør undrast á, at fólk á arbeiðsmarknaðinum fáa sáttmálaløn? Tað munnu vera fá, sum halda, at vit eiga at síggja burtur frá sáttmálaløn ella ikki vísa henni virðing.

Fyri fólk, ið bera brek, og eru í skipanini arbeiðsfremjandi tiltøk, er hetta veruleiki, og politiski meirilutin tekur undir við tí.  

Lógin um arbeiðsfremjandi tiltøk fevnir um tiltøk, ið stuðla undir eitt virkið arbeiðslív hjá persónum, sum hava ella kunnu fáa trupulleikar við at varðveita tilknýtið til arbeiðsmarknaðin.

Lønarískoyti til tillagað starv kann veitast persóni til starv á arbeiðsmarknaðinum, um arbeiðsførleikin hjá viðkomandi varandi er minkaður við í minsta lagi 1/3, og tað førir við sær, at viðkomandi ikki kann fáa ella varðveita arbeiði undir vanligum treytum á arbeiðsmarknaðinum.

Lønarískoytið verður veitt sum endurgjald fyri lønarmiss orsakað av mista arbeiðsførleikanum og verður veitt upp til viðkomandi sáttmálaløn.

Undir 2. viðgerð av uppskotinum um broyting í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk 8. desember gjørdist týðiligt, at nakrir tinglimir ikki síggja týdningin í teimum fýra brekpolitisku meginreglunum í ST-sáttmálanum um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, sum eru meginreglan um kompensatión, meginreglan um javnviðgerð, meginreglan um geiraábyrgd og meginreglan um samhaldsfesti.

Hesi sum skulu vera við til at tryggja javnrættindi – eisini á arbeiðsmarknaðinum.

Uppskotið varð tí samtykt við 2. viðgerð við 13 – 2 – 8. Hesi vilja síggja burtur frá sáttmálalønini, og harvið missa fleiri inntøku, sum tey sambært sáttmála hava havt rætt til.

Orsøkin til uppskotið er liður í ætlanini hjá landsstýrinum at tálma útreiðslunum á fíggjarlógini fyri 2021. Sagt er, at útreiðslurnar til tillagað starv eru øktar seinastu árini.

MEGD hevur, eins og onnur, víst á, at mong eru glað fyri skipanina um arbeiðsfremjandi tiltøk. Tí er skeivt at broyta tað, sum virkar. Vit fáa eina aðra skipan, tá ið grundgevingin er, at tað verður spart.

Her verða fleiri skerd í inntøku. Á arbeiðsmarknaðinum er tað sáttmálaløn, sum er lykilin, eins og tað er við hesi broytingini.

Í einum samfelag, har lønir alsamt hækka og vørur gerast dýrari, er skjótt til at óheppin munur verður á inntøku hjá borgarunum, og er hetta eitt greitt afturstig og skapir ójavna.

Við hesum lógaruppskotinum missa fólk, ið bera brek, vunnin rættindi, og hugvekjandi er, at meiriluti er fyri tí.

Tóra við Keldu
forkvinna í MEGD

Facebook viðmerkingar