Jóannes Nolsøe in memoriam

Fríggjadagin, hin 27. novembur, andaðist Jóannes Nolsøe bráddliga eftir sera stutta sjúkralegu. Hóast hann var vorðin 78 ára gamalur, nú hann legði árarnar inn, kom tað sum ein skelkur fyri okum, sum hava havt gleðina av hansara virkisfýsni, síðan hann kom úr Skagen at taka sær av kórinum til allahalgannakonsertina hin 8. novembur.

Jóannes var – eins og bróðirin Niels, sáli – føddur inn í kirkjuna og kirkjukórið Ljóm. Á jóansøku 1942 sá hann dagsins ljós – harav navnið. Báðir byrjaðu teir sína karrieru sum pumparar hjá Ellu hjá Dion. Sermerkta, gamla Knud Olsen orglið frá 1872 – elsta orglið í landinum, sum bygt er til føroyska kirkju, mátti pumpast.

Sum frá leið fór Jóannes eisini at trýsta á tangentarnar og spæla.

Foreldrini, Marna og Otto, vóru ímillum tey fyrstu, sum sungu í Kirkjukórinum Ljómi. Tí blivu kórið og kirkjan líkasum hjartabørn hjá Jóannesi. Og tann kjølfestan fylgdi honum frá vøggu í grøv.

Eftir realprógv í Vági, arbeiddi Jóannes á skattadeildini í Havn frá 1959 til 1963. Tá fór hann á Føroya Læraraskúla. Eftir lokið prógv í 1967 fekk hann starv í Kommunuskúlanum í Havn. Tá fekk hann betri høvi at arbeiða við tónleiki, sangi og teimum ungu. Í Havn var hann sera virkin í tónleikalívinum. Organistur í Havnar kirkju og kórleiðari í Kristiliga Sangkórinum var hann í fleiri ár. Har hevði m.a. mommubeiggin Alfred Dahl eisini stjórnað.
Jóannes stóð fleiri ferðir fyri stóra Ólavsøkukórinum.

Í 1983 flytir Jóannes aftur til heimbygdina, har hann fekk starv í Vágs Skúla. Nú var hann afturi í Vági… og beint í kenda sang- og tónleikaumhvørvinum. Sum kórleiðari og organistur setti Jóannes futt í við sínum virkisfýsni og humoristiska sansi. Ongantíð bangin fyri at seta sær høg mál. Ruth Smith Savnið hevði neyvan verið so væl fyri uttan hansara visiónir og leiklut, mentamaður, sum hann var. Kórinum var hann ein eldhugaður og stimbrandi leiðari, sum ongantíð spardi seg. Mangar eru tær Útvarpsupptøkur av sálmum og sangum, sum hann saman við Janusi Mohr skipaði fyri.

Hóast hann í 1997 flutti til Skagen at virka sum organistur í kirkjunum í Skagen og Hulsig, so var hann altíð fúsur at hjálpa okum, tá ið okkurt tiltak skuldi vera – og kórleiðari vantaði.

Óteljandi eru tey kirkjuligu tiltøkini, sum hann skipaði fyri báði í Danmark og her í Vági. Og á útisetaveitslunum var hann heldur ikki aftastur. Skemtingarsamur og fróður, sum hann var.

Tá ið fløgan hjá Ljómi í 2002 skuldi takast upp, spældi hann báði á gamla og nýggja orglið í Vágs kirkju.

Ikki vardi tað nakran, at konsertin hjá feðgunum Martini og Tóri Restorff Jacobsen sunnudagin hin 22. novembur í Vágs kirkju skuldi vera seinasta ferðin, at okur øll upplivdu Jóannes “live”.

Jóannes plagdi at taka til: “Okur føðast øll sum originalar. Man skal helst ikki enda sum eitt kopi!” Jóannes var ikki nakað kopi! Takk og prís fyri tað! Okur í kórinum hava honum mikið at takka fyri.

Friður veri við minninum um merkismannin og vinmannin Jóannes Nolsøe.

Tá ið hann fylti 70 ár í 2012, yrkti onkur:

Jóannes, vinur, vit takka tær!
Tú mongum alskin til tónleik bar.
Í Vágsbygd varði, ein fyrimynd.
So leingi roðar um Stóratind.

Kirkjukórið Ljómur

Facebook viðmerkingar