So eru fyribils úrslitini tøk.
Íalt 960 føroyingar í aldrinum 0-98 ár, 52% kvinnur og 48% menn um alt landið, luttóku í kanningin av skuggatalinum frá 21. til 30. november. Hetta svarar til 64% av teimum, sum fingu innbjóðingarbræv. Ein partur av teimum, sum ikki luttóku, fekst ikki fatur á, tí tey vóru uttanlands, onki telefonnummar, svaraði ikki v.m.
Úrslitini av andevniskanningunum vísa, at bert 3 av teimum 960 luttakarunum høvdu andevnir móti korona í blóðinum. Hetta svarar til 0.3%. Rokna vit hetta um til alt fólkatalið, sum beint nú er 52.854, svarar tað til 165 persónar (hagfrøðiliga liggur rætta talið við 95% vissu millum 32 – 481).
Tólv av teimum, sum fingu innbjóðing, høvdu havt korona og lótu tí ikki nýggja blóðroynd. Rokna vit hesi afturat skuggatølunum, verður roknaði títtleikin 1.5% millum 972 tilvildarligar persónar.
Samanbera vit hettar við almenna talið fyri koronasmittaði, sum er 519, svarandi til uml. 1% av øllum fólkinum, er okkara roknaða úrslit nakað hægri.
Niðurstøðan útfrá hesi hendan kanning, saman við skuggatalskanningini í vár, er, at tey almennu korona tølini eru sera eftirfarandi, og at bert heilt fáir føroyingar hava havt korona, uttan at vita av tí. Tískil kunnu vit siga, at framferðarhátturin við lættari atgongd til kanning, smittuuppsporan og sóttarhaldi tykist virka væl, og helst hevur verið avgerandi fyri, at skuggatølini eru so lág.
Vit vilja takka øllum teimum mongu, sum luttóku og ikki minst bioanalytikarunum, sum tóku allar blóðroyndirnar. Eisini vilja vit takka felagnum Nótaskip, sum hevur stuðlað hesi verkætlan.
Kanning er skipað á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu og evnafrøðiligu greiningarnar eru gjørdar á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.
Verkætlanin er gjørd í samstarvi millum Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, Landssjúkrahúsið, Fróðskaparsetur Føroyar og Landslæknan.
Facebook viðmerkingar